Orkuráðgevingin hjá SEV er hesa vikuna flutt oman í Snarskivuna hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur lýst vikuna at vera umhvørvisvika við ymsum tiltøkum í høvuðsstaðnum.
Í gjár og í dag hava umleið 100 fólk vitjað orkuráðgevingina hjá SEV í Snarskivuni, upplýsir Kristiana Rein, orkuráðgevi hjá Elfelagnum.
Hon letur teimum vitjandi tilfar við orkuráðum og svarar spurningum um, hvussu ein kann spara streym.
- Tað snýr seg um at brúk streymin við skili, tí skynsom streymnýtsla er við til at verja okkara náttúru, sigur Kristiana Rein.
Hósdagin verða tjøld sett upp í gongugøtuni, og tá fer SEV eisini at hava eitt tjald har. Sostatt verður ímóti endanum á umhvørvisvikuni møguligt at leita sær ráð um skynsama streymnýtslu og orkusparandi tiltøk bæði í Snarskivuni og í tjaldinum hjá SEV í gongugøtuni.