Kjarnorkuserfrøðingar úr ES, sum hittast í dag í Bruxelles, eiga at umhugsa, um Evropa ein dag eigur at flyta seg burtur frá kjarnorku, sigur Günther Oettinger, orkukommisserur.
Oettinger heitir á fundarluttakararnar um at samskipa ES-politikkin á økinum sum avleiðing av kreppuni í japanska kjarnorkuídnaðinum eftir jarðskjálvtavanlukkuna.
- Vit mugu reisa spurningin, um vit her í Evropa áðrenn langt umlíður kunnu tryggja okkum orku uttan kjarnorku, sigur Oettinger við týsku sjónvarpsstøðina Arte.
Kjarnorkuætlan løgd á hilluna
Sum nevnt í aðrari grein her á síðuni hevur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, lagt eina avgerð frá í fjør um at leingja livitíðina hjá landsins kjarnorkuverkum á hilluna.
Hetta er gjørt sum avleiðing av hendingunum í Japan, sum er hótt av eini umfatandi kjarnorkuvanlukku eftir jarðskjálvtan fríggjadagin.
- Um eitt sera framkomið land sum Japan við høgum trygdarkrøvum ikki kann forða fyri avleiðingunum fyri kjarnorkuverk eftir ein jarðskjálvta og eina flóðaldu, so hevur tað avleiðingar fyri allan heimin, segði Merkel á einum tíðindafundi í Berlin í gjár. Oettinger hevur kallað saman til stórfund í Bruxelles seinnapartin til tess at fáa greiði á, um ES hevur eina tilbúgving tøka at handfara eina slíka støðu.
Orkumálaráðharrarnir úr teimum 27 ES-londunum, trygdarmyndugleikar, eigarar av kjarnorkuverkunum í Evropa og byggifeløg vera við á fundinum.