Orkukaðal millum Grønland, Ísland, Føroyar og Evropa

Møguleikin fyri slíkum kaðali umrøddur á fundi millum grønlendska landsstýrisformannin og íslendska uttanríkisráðharran.

Grønlendski landsstýrisformaðurin Kuupik Kleist er í hesum døgum á almennari vitjan í Íslandi, har hann skal hitta fleiri av landsins ráðharrum við øktum samstarvi landanna millum fyri eyga.

Á fundi við Össur Skarpheðinsson, uttanríkisráðharra, varð serliga tosað um orku, umhvørvi og arktiskar spurningar.

Knýta orkuframleiðsluna saman

Nomið varð í hesum sambandi m.a. við møguleikarnar fyri at knýta orkuframleiðsluna í Grønlandi, Íslandi og Føroyum saman við restini av Evropa.

Semja var um, at hetta kann verða týdningarmikið framstig í framtíðar orkuveitingini á okkara leiðum, skrivar Sermitsiaq.

Hesin spurningur hevur eisini verið uppi og vent nakrar ferðir millum føroyskar og íslendskar myndugleikar. Enn veit tó ongin at siga, um hetta verður fuglur ella fiskur.

Handilssamstarv og íløgur

Felagsskapurin Promote Iceland hevur eisini undir vitjanini hjá Kuupik Kleist skipað fyri framløgu um møguleikarnar hjá íslendskum fyritøkum fyri handilssamstarvi og íløgum í Grønlandi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking