Ein spurnakanning, sum greiningarstovnurin Epinion hevur gjørt fyri Dansk Energi millum 1.000 húsaeigarar í Danmark, vísir, at seks av tíggju íbúðaeigarum við oljufýri seinastu fimm árini hava gjørt íløgur í bjálving av húsinum, nýggj vindeygu, nýggjar hitakeldur, nýtt tak og nýggjar úthurðar.
- Kanningin vísir týðiliga, at orkuábøtur eru in og køkur og baðirúm eru yt, tá tað kemur til at bøta um íbúðina. Donsku húsaeigararnir ganga meira uppí at spara orku, og hetta skal síggjast í sambandi við, at stórur partur av íbúðaeigarunum er vorðin meira tilvitaður um orkunýtsluna í íbúðunum, sigur Richard Schalburg, ráðgevi hjá Dansk Energi.
Sama myndin í framtíðini
Tá spurt verður um framtíðar íløgur, kemur sama jaliga myndin fram. Eisini í framtíðini stendur skifting av vindeygum, bjálving av íbúðini og serliga íløgan í nýggjar hitakeldur á ynskilistanum. Kanningin vísir, at meira enn helmingurin av teimum spurdu hevði valt at gjørt íløgur í orkubetrandi tiltøk, heldur enn at brúkt pengarnar til nýggjan køk og bað.
- Ongin ivi er um, at danir eru vorðnir varugir við, at nógvir pengar kunnu sparast við at hugsa um orkuábøtur í íbúðini. Stórur partur av donsku íbúðunum tørvar orkuábøtur. Samstundis eru oljuprísirnir hækkaðir, og tað hevur fingið íbúðaeigararnar at hugsa um, hvussu teir kunnu fáa bestu og mest búskaparligu hitakelduna til hús síni. Úrslitið av hesum er, at nýggj hitakeldusløg sum berghiti og hitapumpur vinna fram millum danir, sigur Richard Schalburg.