Vit hava í dag havt nøkur streymslit orsakað av ódnarveðrinum, sum herjar á í løtuni.
Roknast kann við órógvi á elnetinum, meðan ódnarveðrið heldur á.
SEV hevur fólk til reiðar at rætta brek so hvørt í tann mun, tað letur seg gera.
Mælt verður fólki til at fylgja við gongdini gjøgnum Útvarp Føroya og Rás 2. SEV roynir at halda bæði útvørpini kunnaði um gongdina.
Eisini kann ringjast til vakt okkara á telefon 346800.
Verður streymslit í stórum pørtum av landinum, kann tó gerast trupult at fáa fatur á vaktini orsakað av ovbyrjaðum telefonlinjum.