OPEC-fundurin endaði úrslitaleysur

Hevur hægri oljuprísir við sær.

Fundurin í felagsskapinum hjá oljuframleiðandi londunum, OPEC, í Wien í gjár endaði úrslitaleysur.
Hetta hevur longu havt við sær hægri oljuprísir.
- Hetta er ein tann ringasti fundurin, vit nakrantíð hava havt, sigur saudi arabiski oljumálaráðharrin, Ali al-Naimi.
Hann harmast um, at tað ikki eydnaðist OPEC-londunum at koma ásamt um at økja framleiðsluna, og hetta hevði beinanvegin við sær, at oljuprísirnir hækkaðu.
Ráoljan hækkar

Seinnapartin í gjár kostaði amerikanska ráoljan 100,50 dollarar fyri tunnuna. Tað er ein hækking upp á 1,40 dollarar. Brentoljan hækkaði 1,8 dollara og kostaði 117,84 dollarar fyri tunnuna.

- Tíverri megnaðu vit ikki at koma ásamt um at skerja ella økja framleiðsluna, staðfestir aðalskrivarin í OPEC, Abdullah El-Badri.

Hann vónar, at londini koma saman aftur um tríggjar mánaðir, men saudi arabiski oljumálaráðharrin væntar ikki, at fundur verður aftur í OPEC fyrrenn í desember.

Sambært ráðharranum mæltu arabisku flógvalondini til at hækka framleiðsluna við einari miljón tunnum um dagin, teirra millum eisini Irak, sum ikki er bundið av kvotum.

Helvtin ímóti øktari framleiðslu

Men 6 av teimum 12 limunum í felagsskapinum vóru ímóti at økja oljuframleiðsluna. Talan er millum annað um Iran, Venesuela og Algeria.

Úrslitaleysu samráðingarnar eru eitt stórt vónbrot fyri ídnaðarlondini, ið vónaðu, at OPEC fór at steðga hækkandi prísunum á brennievnum.

Sambært OPEC-umsitingini í Wien fara 1,7 miljónir tunnur av olju at vanta í um dagin í seinna hálvári av 2011, verður hugt at væntaða útboðnum og eftirspurninginum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking