Prísurin á eini tunnu av olju hevur seinasta árið verið hækkandi, og serliga tríggjar teir seinastu mánaðirnar er prísurin nógv hækkaður.
Í síðstu viku fór prísurin á heimsmarknaðinum uppum 98 dollarar, sum er væl omanfyri teir 70-80 dollararnar, sum høvuðsútflytarin Saudi-Arabia metir vera í lagi fyri framleiðarar og kundar.
Hækkingin kemst lutvíst av materiellu framgongdini í Kina, lutvíst av einum køldum vetri í Evropa, ið hevur kravt eyka hita á radiatorin. Hetta hevur økt trýstið á OPEC fyri at skrúva upp fyri framleiðsluni og harvið lækka prísin.
Iran sigur nei
Men tað kemur ikki upp á tal fyribils, skrivar Reuters.
- Onki av OPEC-londunum heldur ein prís upp á 100 dollarar vera ov høgan ella skilaleysan. Nøkur av limalondunum halda onga grund vera fyri at kalla saman til snarfundar sjálvt við prísum upp á 110 ella 120 dollarum, segði iranski oljumálaráðharrin, Massoud Mirkazemi, í gjár á tíðindafundi.
Iran hevur í løtuni formansskapin í OPEC, felagsskapinum hjá oljuframleiðandi londum. Herfyri segði ein kelda í OPEC, at neyðugt var at hava ein eykafund, um oljuprísurin fór uppum 100 dollarar. Men tað heldur Iran altso ikki.
Finna gass fyri 50 mia. dollarar
- Prísurin á 100 dollarar er í lagi. OPEC nýtist ikki at halda fund um prísspurningin, sigur Massoud Mirkazemi.
Oljumálaráðharrin upplýsti á sama tíðindafundi, at Iran hevur funnið nýggj gassøki har suðuri í landinum. Hildið verður, at 210 miljardir kubikkmetrar av gassi kunnu fáast upp har, sum kunnu tryggja Iran eina inntøku upp á umleið 50 mia. dollarar.
Iran hevur ræðisrættin á heimsins næststørstu gassgoymslum, men orsakað av tiltøkum frá USA og ST hava útlendsk feløg við rætta førleikanum ikki loyvi at taka lut í landsins gassframleiðslu.