Onki nýtt loyvi til vindmyllur fyrrenn í februar

Elveitingareftirlitið hevur longt umsóknarfreistina hjá teimum fimm undangóðkendu umsøkjarunum til 11. februar 2011.

Onki nýtt loyvi verður latið til gera el úr vindorku fyrrenn eftir 11. februar næsta ár.

Tað sigur Ari Johanneson, ráðgevi á Elveitingareftirlitinum, við heimasíðuna hjá SEV.

Sambært heimasíðuni hjá Fjarskiftis- og Elveitingareftirlitinum skuldi annars avgerð um endaligt loyvi eftir ætlan takast nú í november, men nú vísir hetta seg at vera eitt mistak.

Útbjóðingartilfarið eisini seinkað

- Hatta er tíverri ein skrivifeilur, sum eg ikki havi verið varugur við fyrrenn nú. Tað skuldi havt staðið, at endaligu umsóknirnar væntandi skulu vera inni í november, sigur Ari Johanneson og vísir í hesum sambandi á, at teir fimm undangóðkendu umsøkjararnir skuldu hava tríggjar mánaðir frá 1. august at fyrireika endaligu umsóknirnar.

Men henda ætlanin vísir seg nú heldur ikki halda, sigur Ari Johanneson.

- Hetta kemst av, at tað ikki hevur verið gjørligt hjá Elveitingareftirlitinum at fáa neyðuga tilfarið klárt til endaliga útbjóðingartilfarið fyrrenn nú um dagarnar, og sostatt hevur verið neyðugt at útseta freistina at senda inn endaligu umsóknirnar til loyvi til elframleiðslu úr vindorku, sigur Ari Johanneson.

Nýggja freistin er 11. februar 2011, og sostatt verður onki nýtt loyvi til vindmyllur latið fyrrenn tá.

Teir fimm umsøkjararnir

Seks feløg søktu upprunaliga um at verða undangóðkend til at søkja um loyvi at gera ravmagn úr vindorku.

Av teimum vóru fimm góðkend.

Tey eru: Norðvind undir stovnan v/Villads Bøgesvang o.fl., Felag undir stovnan v/Pf. Effo, Sp/f Navia o.fl., Sp/f Røkt v/Jóhan í Niðristovu o.fl., Elfelagið SEV og Felag undir stovnan v/Magn o.fl.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking