Ongin stuðul til alternativar orkuverkætlanir næsta ár

- Neyðugt hevur verið at strika játtanina vegna sparingar, upplýsti Annika Olsen, landsstýriskvinna í veðurlags- og orkumálum, í tinginum seinnapartin.

Ikki eitt einasta oyra er sett av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 til alternativar orkuverkætlanir.

Hetta kemur sera dátt við hjá teimum, ið arbeiða við tílíkum ætlanum.

Í ár hevur Innlendismálaráðið havt 4 mió. kr. tøkar til hetta endamál, og í fjør var játtanin 5 mió. kr.

Men næsta ár verður altso ongin stuðul til alternativar orkuverkætlanir:

Skorin burtur vegna sparingar

- Tíverri hevur verið neyðugt at skera játtanina burtur sum lið í sparingunum, okkum varð álagt at gera í Innlendismálaráðnum, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í veðurlags- og orkumálum, tá uppskotið var til fyrstu viðgerð á tingi seinnapartin.

Hesum fanst Kári P. Højgaard, tingmaður úr sjálvstýrisflokkinum, hvassliga at.

Hann vísti á, at hetta kemur sera illa við hjá teimum, ið arbeiða við alternativum orkukeldum, og nevndi Orkudepilin á Kambsdali sum dømi.

Innlendismálaráðið játtaði í fjør 4 mió. kr. til sólorkuverkætlanina á Kambsdali. Hetta svaraði til umleið helvtina av upphæddini, ið Orkudepilin hevði tørv á.

Fingu ongan stuðul í ár

Orkudepilin hevði væntað at fingið restina í stuðuli í ár, men ístaðin varð játtanin uppá 4 mió. kr. lutað sundur millum seks aðrar umsøkjarar.

Nú játtanin til slíkar verkætlanir dettur burtur, er ógreitt, hvussu verður við hesi og øðrum alternativum orkuverkætlanum í framtíðini, segði Kári P.Højgaard.

Annika Olsen harmaðist um, at ongin peningur verður tøkur til hetta endamál næsta ár, men upplýsti, at møguleikar eru at søkja aðrar almennar grunnar um stuðul, eitt nú Vinnuframagrunnin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking