Óneyðugt at taka lán til íløgur

Tað gekk væl hjá SEV á flestu virkisøkjum í 2005, og gjaldførið er nú so gott, at tað helst verður óneyðugt at taka lán til íløgur í ár. Tað kemur fram í ársfrágreiðingini og ársroknskapinum 2005.

SEV fer neyvan at hava tørv á at taka lán til íløgur í 2006, tí gjaldførið er so mikið gott, at pengar eru tøkir til ætlaðu íløgurnar. Tað kemur fram í ársfrágreiðingini og ársroknskapinum 2005, sum fyrrapartin vóru løgd fyri umboðsnevndina hjá SEV á hálvárliga umboðsnevndarfundinum, ið er á Hotel Føroyum.


SEV hevur sambært roknskapinum fyri 2005 góðar 84 milliónir krónur í tøkum peningi, og ætlaðu íløgurnar í 2006 eru settar til 77,6 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið í fjør var 22,2 milliónir krónur eftir rentuútreiðslur og avskrivingar, og tað verður m.a. brúkt til íløgur í ár. Avlopið er munandi hægri enn í fíggjarætlanini fyri 2005, har tað var mett at vera 8,9 milliónir krónur. Í 2006 verður roknað við einum rakstrarhalli á umleið átta milliónir krónur, men hetta fer neyvan heldur at hava við sær, at tørvur verður á at taka lán í ár.

Avbjóðingar fyri framman
Tekniski raksturin gekk eisini væl í fjør uttan nakað stórvegis óhapp ella brek, og stýrið í SEV staðfestir, at vindmyllurnar, sum vóru settar upp í Neshaga í Eysturoynni í fjør summar, hava virkað eftir ætlan. Vindviðurskiftini eru góð, og staðið er væl valt til elframleiðslu við vindmyllum.

SEV bíðar framvegis eftir endaligum loyvi frá friðingarmyndugleikunum til at halda fram við vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni, Eiði 2, men felagið væntar sær svar í næstum, so arbeiðið kann fara í gongd í ár.

Elfelagið fer at royna troyta varandi orkukeldurnar enn meira í komandi tíðum, og SEV hevur sett sær mál at røkka innan 2015. Stýrið hevur sett sær fyri at økja nýtsluna av varandi orkukeldum og á tann minka oljunýtsluna til elframleiðslu næstu 10 árini.


Elfelagið SEV verður 60 ár 1. oktober í ár, og felagið hevur hesi 60 árini ognað sær nógvar royndir, ið eru virðismikil førningur at hava við sær fram á leiðina, har hópin nógvar avbjóðingar liggja, staðfestir SEV-stýrið í síni frágreiðing.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2005.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking