Oluffa undir Kletti starvsfólkaleiðari hjá SEV

Oluffa undir Kletti verður starvsfólkaleiðari hjá SEV frá 1. november. Hon hevur síðani 2003 arbeitt á Almannastovuni, har hon m.a. hevur verið leiðslusamskipari og havt starvsfólkaøkið um hendi

Oluffa undir Kletti tekur 1. november við sum starvsfólkaleiðari hjá SEV. Hon er 40 ár og hevur bachelorútbúgving í rakstrarbúskapi og samskifti frá Roskilde Universitetscenter.

Nýggi starvsfólkaleiðarin hjá SEV hevur seinnu árini verið leiðslusamskipari á Almannastovuni, har hon hevur starvast síðani 2003. Oluffa undir Kletti hevur í sínum starvi sum leiðslusamskipari á Almannastovuni havt starvsfólkaøkið um hendi, og førleikamenning, sáttmálaviðurskifti og starvssetanir hava verið týðandi partur av arbeiðinum.

Elveitingarlógin og bygnaðarbroytingar í SEV fara komandi árini at hava við sær broytt krøv til starvsfólkini, og nýggi starvsfólkaleiðarin skal m.a. hjálpa starvsfólkunum at menna seg til nýggjar avbjóðingar.

Umleið 150 fólk starvast hjá SEV.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking