Bjargingareindir royna í løtuni at forða fyri, at olja fer á sjógv frá Vágsverkinum. Menn vóru í morgun varugir við, at tann eini oljutangin á verkinum lekur. Lekin var staðfestur í sambandi við, at SEV fekk olju frá einum skipi frá Shell.
Shell hevur eftir áheitan frá SEV játtað at hava skipið liggjandi í Vági, og oljan verður pumpað umborð aftur í løtuni, samstundis sum olja verður pumpað yvir í tann minna oljutangan. Sum er, lekur olja út í garðin, ið er rundan um tangan, og oljan verður steðgað har. SEV vónar at hava tómt tangan, áðrenn størri nøgd er likin út í tangagarðin. Talan er um tungolju, sum storknar, tá ið hon kólnar, og tí er ikki stórur vandi fyri, at oljan fer niður í undirgrundina.
SEV, Shell, sløkkilið, løgreglan og MRCC royna at gera alt fyri, at skaðin á umhvørvið verður so lítil sum møguligt.