Oljuútreiðslurnar hjá SEV verða sambært júst samtyktu fíggjarætlanini fyri 2011 mettar at vera 117,3 mió. kr. næsta ár. Tá er roknað við ongum vøkstri í framleiðsluni frá 2010 til 2011.
Aftaná methøgu oljuprísirnar á sumri 2008, fullu teir aftur út á heystið, men hava síðani á sumri 2009 funnið eina legu væl hægri enn vanligt hevur verið undan 2008.
Tað er henda nýggja hægra príslegan, sum er grundarlagið undir mettu oljuútreiðslunum hjá SEV í 2011.
Roknað er við eini vatnorkuframleiðslu uppá 98,5 mió. kWh, vindorkuframleiðslu uppá 7,85 mió. kWh og termiskari framleiðslu uppá 164,5 mió. kWh.
Oljuprísirnir óvanliga nógv broyttir
Oljuprísirnir eru broyttir óvanliga nógv seinastu árini, bæði upp og niður, tó mest uppeftir. Á sumri 2008 vóru prísirnir komnir upp á tað hægsta nakrantíð, men komu nakað niðuraftur síðsta vetur. Síðani fóru teir nakað uppaftur og hava nú í longri tíð funnið eitt munandi hægri støði enn árini undan 2008.
Út frá meðal tungoljuprísunum fyrru helvt av oktober í ár og út frá kursinum á amerikanska dollaranum um mánaðarskiftið okt.-nov. í ár, verða oljuútreiðslurnar hjá SEV, íroknað smyrji- og dieselolju, mettar at vera 117,3 mió. kr. í 2011.
Tá er hædd tikin fyri fráboðaða avgjaldinum til landskassan frá 1. januar 2011 uppá 10 oyru/liturin og einum oljuprísvøkstri uppá 10 % í meðal fyri árið 2011.
Sostatt fær tað stóra ávirkan á rakstrarúrslitið, um gongdin í oljuprísunum verður munandi øðrvísi enn tað, ið mett er í rakstrarætlanini.