Oljuprísurin upp í loft í næstum

Stórbanki ávarar: Vandi er fyri einum oljuprísi upp á 160 dollarar fyri tunnuna!

Prísurin á ráolju er nógv hækkaður í ár. Frá undir 100 dollarum fyri tunnuna av Brent Norðsjóvarolju um ársskiftið til meira enn 120 dollarar fyri tunnuna í dag.

Men vandi er fyri, at oljuprísurin hækkar upp aftur meiri, ávarar Bank of America Merrill Lynch. Í eini greining koma rávøruserfrøðingarnir hjá bankanum fram til, at 30 prosent vandi er fyri, at oljuprísurin kemur upp á 160 dollarar fyri tunnuna í ár, upplýsir CNBC.

Tvs. ein hækking upp á meiri enn 30 pst. í mun til nú.

Kann kvala framgongdina

Ávaringin frá Bank of America kemur fáar dagar eftir, at altjóða orkustovnurin IEA ávaraði um, at ein rávøruprísur upp á bert 100 dollarar kundi steðga veiku alheims framgongdini.

Amerikanska orkumálaráðið uppstigaði í dag metingar sínar um meðal ráoljuprísin í ár.

Fyri einum mánaða síðani segði orkumálaráðið, at prísurin fór at verða 101,77 dollarar fyri tunnuna. Nýggja forsøgnin sigur, at meðalprísurin verður 106,38 dollarar fyri tunnuna alt 2011.

Ikki bert Libya

Seinastu mánaðirnar hevur ófriðurin í Norðurafrika og Miðeystri verið høvuðsatvoldin til nógv hækkandi oljuprísirnar.

Men tað er ikki bert ófriðurin í Libya og fleiri øðrum londum í umráðnum, sum hevur fingið ráoljuprísin at hækka. Hækkingin var longu byrjað á heysti 2010, og orsøkin til hækkingina eru útlitini fyri einum alheims vøkstri og eftirspurningurin eftir orku.

Prísurin á Brent norðsjóvarolju lá undir 85 dollarum í september 2010. Í januar fór prísurin upp um 100 dollarar fyri tunnuna, og síðani hava hækkingarnar hildið fram til núverandi prísin upp á meiri enn 120 dollarar fyri tunnuna.

140 dollarar áðrenn langt umlíður

Sambært Bank of America fer oljuprísurin eitt stutt tíðarskeið at hækka til 140 dollarar fyri tunnuna innan fyri tríggjar teir næstu mánaðirnar.

Henda hækkingin kemur av eini blanding av sera stórum eftirspurningi og eini framleiðsluafturgongd í Lybia næstu mánaðirnar upp á í minsta lagi 1 mió. tunnur um dagin í mun til vanligu framleiðsluna.

Versnar støðan í Norðurafrika og Miðeystri, fer oljuprísurin komandi mánaðirnar at hækka upp aftur meiri, ávarar Bank of America.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking