Oljuprísirnir fullu nógv í gjár, eftir at altjóða orkustovnurin, IEA, óvæntað avgjørdi at taka burturav neyðgoymslunum sum eina loysn ístaðin fyri vantandi oljuveitingar úr Libya.
Hetta hendir samstundis sum mong búskaparlig krepputekin eru í heiminum.
Oljuprísirnir fullu við meira enn átta dollarum til tað lægsta í fýra mánaðir.
Bert komið fyri tvær ferðir
Tað er bert komið fyri tvær ferðir fyrr, at IEA hevur brúkt burturav eykagoymslum til tess at stuðla upp undir heimsbúskapin.
Eftir at borgarakríggið í Lybia tók seg upp í februar hava oljuprísirnir verið undir trýsti, og IEA hevur tí gjørt av at senda 60 miljónir tunnur av olju á marknaðin, sum økir alheims útboðið við nærum 2,5 prosentum.
Avgerðin skelkar fleiri eygleiðarar, tí roknað varð við, at Saudi Arabia fór at fáa stundir til at fylla upp nýliga fallið í útboðnum av olju.
USA eisini til reiðar
USA sigur, at landið er til reiðar at senda fleiri eykagoymslur av olju út á heimsmarknaðin um neyðugt, orsakað av ólagnum í veitingunum í Miðeystri.
- Trupulleikarnir á oljumarknaðinum kunnu skaða skroypiligu endurreisingina av alheims búskapinum, sigur IEA í eini frágreiðing um avgerð sína.
IEA, ið varð stovnað eftir oljukreppuna í 1974, hevur høvuðsstøð í París. 28 ídnaðarlond settu hann á stovn at taka sær av oljugoymslum.
Oljuprísurin hækkaður aftur
Oljuprísurin hækkaði aftur í dag 1 pst.
- Hetta er ein natúrlig reaktión eftir fallið í gjár, sum mann fara at hvørva aftur, sigur Anthony Nunan, stjóri fyri risk management hjá Mitsubishi í Toyko, við Bloomberg News.
Amerikanska WTI-oljan kostar í dag 91,96 dollarar fyri tunnuna og evropeiska Brent-oljan kostar 108,3 dollarar fyri tunnuna.