Háspenta støðan í Libya heldur fram við at seta sín dám á marknaðin. Oljuprísurin hækkar, tí útlit ikki eru fyri friði í Libya í bræði.
- Henda gongdin heldur fram so leingi sum ófriður er í Miðeystri. Tað ið hendir har, yvirtrumfar alt annað, sigur Ben Westmore, sum er mineral- og orkubúskaparfrøðingur hjá National Australia Bank, við Bloomberg News.
Omanfyri 123 dollarar
WTI-oljan í New York hækkar 0,91 pst. til 111,30 dollarar fyri tunnuna, meðan Brent-oljan hækkar 0,74 pst. og kostar nú 123,58 dollarar fyri tunnuna.
Óttin fyri inflatión og ótrygga búskaparliga støðan í Evropa, fær nógvar íleggjarar at seta sínar pengar í gull, ið verður mett sum ein trygg íløga. Eitt ounce (uml. 31 gramm) kostar í morgun 1468,00 dollarar - ein hækking upp á 0,60 pst.
Bjartskygni í sambandi við alheims vøksturin fær prísin á ídnaðarmetalum at hækka. Kopar varð fyrr í morgun selt fyri 9803,00 dollarar fyri tonsið á metalskálanum í London.