SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Oljuprísurin longur upp

Oljuprísurin longur upp

Oljan byrjar vikuna við nýggjum hækkingum.

Oljuprísurin heldur fram við at hækka, nú mest grundað á eina spírandi búskaparliga framgongd í USA, sum væntandi fer at økja um eftirspurningin eftir olju, skrivar Bloomberg News.

Norðsjóvar-oljan hækkaði í morgun 0,3 pst. og verður seld fyri 119,09 dollarar fyri tunnuna, meðan amerikanska WTI-oljan er farin 0,40 pst. upp og verður seld fyri 108,37 dollarar fyri tunnuna.

Stutt, stórt fall

- Minkandi arbeiðsloysið í USA gevur eina jaliga mynd av búskaparligu gongdini. Stúrt verður framvegis fyri støðuni í Libya, men tó ikki í so stóran mun sum áður. Velur Gaddafi at blaka handklæðið í ringin, fer tað at hava við sær eitt stutt, stórt fall í prísinum, sigur stjórin í Commodity Broking Services, Jonathan Barratt, við Bloomberg News.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking