Ein tunna av norðsjóvarolju liggur nú um 112 dollarar, meðan amerikanska oljan aftur er undir 100 dollarum.
Hetta er ein beinleiðis avleiðing av jarðskjálvtanum í Japan, sum er millum heimsins størstu innflytarar av olju, skrivar business.dk.
Hóast roknað verður við, at jarðskjálvtin fer at hava langtíðar ávirkan á japanska búskapin og harvið eitt fall í innflutninginum av olju, vænta oljuserfrøðingar kortini, at oljuprísurin sum frálíður fer at hækka aftur.
Kjarnorla vandamikil
Víst verður á, at endurbyggingararbeiðið í Japan sum frálíður fer at økja vøksturin í japanska búskapinum og trýsta prísin á olju upp aftur.
Harumframt kann møguleikin fyri niðurbræðing í fleiri japonskum kjarnorkureaktorum eisini fáa avleiðingar fyri oljuprísin í framtíðini.
Vandin við at brúka kjarnorku sum orkukeldu er komin týðuliga fram eftir jarðskjálvtan í Japan. Hetta kann bera í sær, at mong lond fara at velja kjarnorku frá sum alternativ til t.d. olju, tí øllum er vorðið greitt, at kjarnorka ikki er uttan menniskjansligar avleiðingar og ikki er hundrað prosent trygg, siga serfrøðingar sambært business.dk.
Hetta kann sambært somu keldum hava við sær, at heimurin fer at halda fast um olju og kol sum orkukeldu, og tað fer so at trýsta oljuprísin uppeftir, inntil onnur alternativ verða funnin.