Oljuprísurin hækkar til tað hægsta í hálvttriðja ár

Ófriðurin í Libya trýstir oljuprísin upp á hægsta stig síðani summarið 2008.

Ófriðurin í Norðurafrika heldur fram við at ávirka oljuprísin.

- Libya er lykilin til alt. Marknaðurin sær út til at vera tengdur at, hvussu ið gongst libysku uppreistrarmonnunum. Gongur framá hjá teimum, lækkar prísurin, hevur Gaddafi hinvegin munin, fer prísurin upp, sigur Jonathan Barratt, stjóri í Commodity Broking Services í Sydney, við Bloomberg News.

Miðeystur næst?

Oljan liggur í New York á hægsta stigi í 30 mánaðir, orsakað av ótta fyri, at ófriðurin í Libya fer at leingja skerdu oljuframleiðsluna. Samstundis økist stúranin fyri, at ófriðurin fer at breiða seg til oljuframleiðararnar í Miðeystri.

Í løtuni er prísurin á WTI-oljuni í New York og Norðsjóvar-oljuni í London ávikavist 106,9 dollarar og 117,2 dollarar fyri tunnuna.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking