Oljuprísurin kom seinnapartin upp á tað hægsta síðani september 2008. Ein tunna av norðsjóvarolju verður seld fyri beint undir 110 dollarar, sum er eitt lop upp á 3 pst. í mun til í gjár.
Orsøkin til ógvusliga lopið í oljuprísinum er støðan í Libya og restini av Miðeystri, sum ávirkar marknaðin munandi.
- Hetta er framhald av tí, vit hava sæð seinastu dagarnar. Og nú hava fleiri oljuframleiðarar steðgað ella fara at steðga við virksemi sínum í Libya. Millum annað spanska oljufelagið Repsol hevur minkað framleiðslu sína við 100.000 tunnum av olju, og hetta elvir til ótta fyri upp aftur størri niðurskurðum, sigur Arne Lohmann, rávørugreinari hjá Danske Market, við epn.dk.
Heimurin stúrir fyri Saudi Arabia
Mótmælisgongurnar í Libya hava havt stóra ávirkan á oljuprísin, og Arne Lohmann heldur, at hækkingin eisini kemst av óttanum fyri, at ófriðurin breiðir seg til Algeria ella í ringasta føri Saudi Arabia.
- Breiðir ófriðurin seg til Algeria, so fer oljuprísurin at hækka upp aftur meiri, men um tað ringasta skuldi hent, at Saudi Arabia verður rakt, so fara vit at síggja prísir á olju, sum vit ongantíð hava sæð áður, greiðir hann frá.
Hann metir tó framvegis vandan fyri hesum at vera rættiliga lítlan.
- Tað er ikki tað, vit grunda okkara útrokningar á, men hinvegin vóru tað heldur ikki mong, ið høvdu væntað, at tað fór at ganga so skjótt í Libya, ávarar Arne Lohmann.
Nýggj oljukreppa?
Libya stendur fyri umleið tveimum prosentum av heimsins samlaða oljuútflutningi, og um óttin fyri, at Libya steðgar útflutninginum verður veruleiki, fer støðan spakuliga at minna um oljukreppuna í 1973.
- Støðan nú kann saktans samanberast við oljukreppuna, tí tað á sama hátt sum nú var ein spurningur um lágt útboð av olju, og gevast fleiri oljuútflytarar, so fer tað at líkjast støðuni tá, sigur Arne Lohmann.