Støðugi ófriðurin í oljuríku arabisku londunum sendir aftur oljuprísin upp í loft.
Oljuseljarar stúra fyri, at ófriðurin fer at órógva veitingarnar og elva til oljumangul á altjóða marknaðunum, skrivar Ritzau-tíðindastovan.
Fyrrapartin hækkaði prísurin á ráolju á marknaðinum í London til 103 dollarar fyri tunnuna úr góðum 102 dollarum í gjár.
Hækkar støðugt
Prísurin á olju er hækkaður støðugt, síðani fyrsti ófriðurin kyknaði í Tunesia fyri einum mánaða síðani.
Seinastu dagarnar hevur ófriðurin breitt seg til fleiri oljurík lond í Miðeystri eitt nú Bahrain og Libya, har túsundtals fólk eru farin út á gøturnar at mótmæla ímóti einavaldsstjórnunum í londunum.
Eisini í USA hækkaði prísurin á eini tunnu av olju.