Oljuprísurin hækkar nú aftur, eftir størsta fallið í eina viku síðani 2008.
WTI-oljan í New York hækkaði í morgun 1,5 pst. til 98,7 dollarar fyri tunnuna, og Brent-oljan í London hækkar 1,2 pst. til 110,4 dollarar fyri tunnuna.
Stóra hækkingin er ein avleiðing av góðu tíðindunum fríggjadagin um stóra fallið í arbeiðsloysinum í USA.
Fleiri hækkingar í væntu
Roknað verður við, at hetta fer at ávirka oljuprísin í nakrar dagar aftrat, soleiðis at prísurin fer longur upp.
- Roknast kundi við eini slíkari ávirkan eftir almannakunngerðingina av góðu amerikonsku arbeiðstølunum, og vit kunnu rokna við fleiri hækkingum næstu dagarnar, sigur Jonathan Barratt, stjóri í Commodity Broking Services, við Bloomberg News.