Prísurin á ráolju er aftur fallin, eftir at The International Energy Agency (IEA) hevur lækkað meting sína um heimsins oljunýtslu í 2011.
Tað skrivar Bloomberg News.
Evropeiska Brent-oljan er fallin 58 cent til 111,99 dollarar fyri tunnuna, meðan amerikanska WTI-oljan er fallin 1,7 pst. til 96,5 dollarar fyri tunnuna.
Oljunýtslan minni enn fyrr mett
IEA metir nú, at alheims oljunýtslan í 2011 verður 0,2 pst. lægri enn fyrr mett. Hetta svarar til, at nýtslan minkar við 190.000 tunnum av olju um dagin.
Justeringin kemur fyrst og fremst av, at høgu oljuprísirnir nú endiliga eru farnir at ávirka privatu brennievnisnýtsluna. Sjálvt fyri amerikanarar er tað ikki longur so hugaligt at koyra bil, og sambært orkustovninum fer hetta at ávirka oljueftirspurningin í summar, tí amerikanarar vanliga koyra nógv fleiri kilometrar um summarið.
Kelda: Ritzau Finans