Oljuprísurin fellur eitt vet eftir goymsluppgerð

Vøkstur í amerikonsku goymslunum hevur havt við sær fallandi eftirspurning eftir olju í USA.

Oljuprísurin fall í morgun, eftir at ein uppgerð frá American Petroleum Institute vísti, at goymslurnar í USA vuksu við 5,7 mió. tunnum í síðstu viku.

Hetta bendir á ein fallandi eftirspurning eftir olju í USA, skrivar Bloomberg News.

Brent-oljan er fallin 0,15 prosent til 114,99 dollarar fyri tunnuna, og WTI-oljan er lækkað 0,28 pst. til 104,51 dollarar fyri tunnuna.

OPEC-londini metinntøkur

 

Samstundis roknar samgongan av oljuframleiðandi londum, OPEC, við methøgum útflutningsumsetningi upp á meira enn 1.000 mia. dollarar í 2011.

Nýggja metið er grundað á høgu oljuprísirnir og økta alheims nýtslu, skrivar Financial Times.

- Hetta er fyrstu ferð í OPEC-søguni, at oljuinntøkurnar fara uppum 1.000 mia. dollarar, orsakað av hægri prísum og sørri framleiðslu. Tó hevur Saudi Arabia roynt at tálma gongdini við at økja framleiðsluna og forða prísinum í at hækka upp aftur meiri, sigur Fatih Birol, leiðandi búskaprfrøðingur hjá IEA, við Financial Times.

Prísirnir ávirka heimsbúskapin

Høgu prísirnir eru so smátt farnir at ávirka heimsbúskapin, og teir kunnu skaða búskaparvøksturin, sigur Birol, sum er serliga stúrin fyri OECD-londunum, serliga Evropa.

- Ongi útlit eru fyri, at prísirnir falla fyribils, sigur hann.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking