Prísurin á ráolju kavaði beinanvegin, eftir at Gadaffi oberstur í Libya lýsti vápnahvíld seinnapartin.
Eftir bert 15 minuttum fall prísurin á eini tunnu av olju trý prosent, svarandi til umleið tríggjar dollarar, skrivar tíðindastovan Associated Press. Prísurin er nú 101,05 dollarar fyri tunnuna, eftir at hava verið heilt uppi á 118 dollarum fyri tunnuna.
Flogbann gjørdi mun
Vápnahvíldin kemur dagin eftir, at ST lýsti flogbann yvir øllum Libya. Flogbannið tekur eitt sindur av trýstinum á uppreistrardeildunum og fólkinum í býnum Benghazi, sum var hóttur av hevndarhuganum hjá libyska oberstinum. Fleiri lond eru í ferð við at savna flogdeildir at handhevja flogbannið.
Libya framleiddi 1,5 miljónir tunnur av ráolju um dagin inntil uppreisturin byrjaði fyri umleið einum mánaða síðani. Politiski ófriðurin í Miðeystri hevur fingið oljuprísin at hækka munandi.