Prísurin á Norðsjóvar-ráolju liggur nú um 107,15 dollarar fyri tunnuna, skrivar Ritzau Finans. Talan er sostatt um eitt fall upp á 18 dollarar í mun til teir 125 dollararnar fyri tunnuna, sum Norðsjóvaroljan kostaði fyrr í vikuni.
Ein ráoljuprísur uppá umleið 107 dollarar fyri tunnuna er tó framvegis í hægra lagi. Útlit eru tó fyri, at prísurin fellur til undir 105 dollarar fyri tunnuna í næstum, skrivar Ritzau Finans.
Ófriður høvuðsorsøkin
Óttin fyri, at ófriðurin í Norðurafrika og Miðeystri kann breiða seg til Saudi Arabia, er høvuðsorsøkin til hækkingarnar í ráoljuprísinum seinastu 3-4 mánaðirnar.
Oljumarknaðurin stúrir serliga fyri, at ófriður í Bahrain, sum mentanarliga er nær tengt at Saudi Arabia, fer at kunna breiða seg til Saudi Arabia.
Serfrøðingar meta, at varð óttin fyri, at ófriðurin breiðir seg til Saudi Arabia, tikin úr myndini, hevði oljuprísurin í løtuni helst ligið millum 90 og 100 dollarar fyri tunnuna.