Oljuprísurin 100 dollarar í 2011

Ein tunna av olju kostar í løtuni 88,45 dollarar. Tað er tað mesta í tvey ár.

Danske Bank roknar við, at prísurin á eini tunnu av ráolju við árslok næsta ár fer at liggja um 90-100 dollarar.

Tað sigur rávørugreinarin, Christin Tuxen, við Jyllands-Posten.

Fyri hálvumøðrum mánaða síðani væntaði bankin, at prísurin um ársskiftið fór at liggja um 80 dollarar fyri tunnuna, men longu nú hevur hann gjørt henda spádómin til skammar.

Í morgun var prísurin 88,45 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tað mesta síðani oktober 2008.

Fleiri hækkingar á veg

Seljarar vænta sambært Bloomberg, at prísurin fer at hækka uppaftur meira komandi tíðina.

Príshækkingarnar koma í kjalarvørrinum av einum óvæntaðum falli í oljugoymslunum í USA, meðan kinversku reinsivirkini halda fram við at økja um framleiðsluna.

Væntaðu hækkingarnar næsta ár henda sambært Christin Tuxen millum annað eisini av, at oljugoymslurnar í 2011 verða minni, skrivar Jyllands-Posten.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking