Oljuprísirnir tyngja raksturin hjá SEV

Við núverandi oljuprísum fara útreiðslurnar hjá SEV fyri alt árið einar 17-18 mió. kr. upp um fíggjarætlanina.

Í gjár kom eitt skip á Sund við fyrstu oljulastini til SEV í ár.

Hetta var samstundis fyrsta oljuveitingin frá Effo, eftir at sáttmáli varð gjørdur við teir um at veita SEV olju í ár.

SEV fær eini hálvtsjeynda túsund tons av olju annanhvønn mánaða, harav meginparturin verður nýttur á Sundsverkinum.

25 mió. kr.

Tað serliga við lastini í gjár er, at hon kostaði at kalla tað sama sum øll oljunýtslan hjá SEV fyri alt árið 1999 - umleið 25 mió. kr.!

Í 1999 vóru oljuútreiðslurnar hjá elfelagnum upp á tilsamans 25,4 mió. kr.

Fyrsta oljulastin í ár er við núverandi prísum mett at kosta einar 23 mió. kr. u/mvg. Við mvg fer rokningin upp um 28 mió. kr.

SEV roknar á fíggjarætlanini í ár við oljuútreiðslum upp á tilsamans 117 mió. kr. Tá er lagt upp fyri príshækkingum upp á 10 prosent.

Metingin heldur ikki

Kortini er longu greitt, at við núverandi oljuprísum fer henda metingin helst ikki at halda.

Útrokningar vísa, at við núverandi oljuprísum fara útreiðslurnar fyri alt árið einar 17-18 mió. kr. upp um fíggjarætlanina.

Meira enn 40 prosent av øllum rakstrarútreiðslunum hjá SEV fara sum er til olju.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking