SEV-stýrið skjýtur upp at hækka elprísirnir 10 oyru kWt, eftir at elprísirnir hava staðið í stað í sjey ár. Høgu oljuprísirnir og minkandi vøksturin í elsøluni gera tað neyðugt at hækka elprísirnar, fyri at raksturin skal bera seg SEV-stýrið skjýtur í fíggjarætlanini fyri 2008 upp, at elprísirnir hækka 10 oyru kWt, eftir at elprísirnir hava staðið í stað seinastu sjey árini. Orsøkin er, at oljuprísirnir nú eru so høgir sum ongantíð fyrr í søguni hjá SEV, og felagið klárar ikki longur at halda tørn ímóti høgu oljuprísunum, um Elfelagið skal rekast á ábyrgdarfullan hátt.
Elprísirnir hava staðið í stað, hóast oljuútreiðslurnar hjá SEV eru hækkaðar úr 25,5 milliónum krónum í 1999 upp í meira enn 70 milliónir krónur í 2007. Mett verður, at oljuútreiðslurnar verða í minsta lagi 103 milliónir krónur í 2008, og samstundis benda seinastu hagtølini fyri elframleiðsluna á, at vøksturin í elsøluni er um at minka niður í einki. Hesin veruleiki hevur við sær, at stýrið mælir til at hækka elprísirnar til bæði privat og vinnu 10 oyru kWt.
Stýrið skjýtur eisini upp at útseta viðlíkahaldsarbeiðir fyri millióna upphæddir, og tað ber við sær, at elpríshækkingin bert verður 10 oyru kWt. Talan er um viðlíkahaldsarbeiðir, sum skulu gerast seinni, og tá er at vóna, at oljuútreiðlsurnar eru tálmaðar, so tað slepst undan at hækka elprísirnar uppaftur meira.
Høgu oljuprísirnir skunda eisini undir at útbyggja varandi orkukeldurnar. 35 milliónir krónur eru settar av í íløguætlanini til vatnorkuútbygging, og harumframt er peningur eisini settur av til vind- og alduorkuætlanir.
Vøksturin í elnýtsluni frá 2006 til 2007 er mettur til fimm prosent, og hann er grundaður á tøl fyri fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Mett verður at vøksturin í elnýtsluni verður einans tvey prosent frá 2007 til 2008.
Elsølan í 2007 er mett til 252 milliónir kWt. Roknað verður við 278 milliónum krónum í inntøkum í 2008 Úrslitið fyri avskrivingar er mett til 48,3 milliónir krónur, og eftir avskrivingar er rakstrarúrslitið
-1,6 milliónir krónur.
Fíggjarætlanin fyri 2008 verður løgd fyri umboðsnevndina til góðkenningar á heystfundinum, sum verður á Hotel Føroyum 23. november klokkan 10.00.