Oljuprísir hótta endurreisingina av heimsbúskapinum

Prísurin á eini tunnu av ráolju kom í gjár upp á 95 dollarar, sum er tað mesta í meira enn tvey ár. Síðani er hann fallin til góðar 93 dollarar, men kortini elvir prísurin til stúran.

Altjóða orkustovnurin IEA sendir nú eina inniliga áheitan til OPEC-londini um at økja oljuframleiðsluna næstu árini, so oljuprísurin ikki forðar fyri eini altjóða búskaparligari endurreisn.

Tað skrivar Financial Times í dag sambært Børsen.

Útreiðslurnar hjá OECD-londunum til olju eru seinasta árið øktar við 200 miljardum dollarum, sum sambært IEA hevur havt við sær ein inntøkumiss uppá 0,5 pst. av samlaðu bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) hjá OECD.

95 dollarar fyri tunnuna

Prísurin á eini tunnu av Brent-ráolju kom í gjár upp á 95 dollarar, sum er tað mesta í meira enn tvey ár. Síðani er hann fallin til góðar 93 dollarar, men kortini elvir prísurin til stúran í IEA.

- Oljuprísirnir eru á veg inn í eina vandamikla ringrás fyri alheims búskapin. Rokningarnar fyri olju-innflutning eru vorðnar ein hóttan ímóti altjóða búskaparligu endurreisingini. Hetta er eitt wake-up call til bæði tey oljubrúkandi londini og til tey oljuframleiðandi londini, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í IEA, Fatih Birol, við Financial Times.

OECD-londini standa fyri 65 pst. av heimsins olju-innflutningi, og tað hevur tí eisini týdning fyri olju-útflutningslondini at fáa búskapirnar hjá hesum ríku londunum í gongd aftur, heldur Fatih Birol.

borsen statistik bnt


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking