Politiski ófriðurin í Norðurafrika og Miðeystri hóttir nú av álvara oljuframleiðsluna í umráðnum, sum stendur fyri einum triðingi av heimsins samlaðu framleiðslu.
Í Libya, har samlaða dagliga oljuframleiðslan er upp á 1,6 mió. tunnur, hava altjóða oljufeløg gjørt av at skerja framleiðsluna við 100.000 tunnum.
Økti ótryggleikin hevur síðsta samdøgrið sent oljuprísin upp í loft. Í dag kostar ein tunna av norðsjóvarolju til avskipingar í apríl útivið 108 dollarar, meðan amerikanska WTI-oljan er hækkað til slakar 98 dollarar.
Hóttir heimsbúskapin
Sambært leiðandi búskaparfrøðinginum á altjóða orkustovninum IEA, Fatih Birol, hóttir nógv hækkaði oljuprísurin longu nú vøksturin í heimsbúskapinum.
- Vandi er fyri, at oljuprísurin beinir fyri framgongdini í alheims búskapinum, segði Fatih Birol í morgun við Reuters á eini orkuráðstevnu í Indonesia.
Tildømis ætlar Japan at brúka heili 3 pst. av landsins BTÚ til innflutning av olju, um amerikanska WTI-oljan kemur upp á 100 dollarar fyri tunnuna, segði Fatih Birol, ið stúrir fyri, at ófriðurin í Norðurafrika og Miðeystri fer at trýsta prísin upp aftur longur upp komandi tíðina.
Eykagoymslur
IEA hevur myndugleika til at biðja limalond síni um at lata partar av oljugoymslum sínum leysar, skuldu trupulleikar tikið seg upp við oljuveitingini til heimsbúskapin.
Sambært Fatih Birol hava IEA-londini eina neyðtilbúgving upp á 1,6 mió. tunnur av ráolju, ið kunnu latast leysar við stuttari ávaring.
Saudi-Arabia er eitt av londunum í heiminum við stórum ónýttum kapasiteti, sum fer at kunna økja um oljuframleiðsluna, skuldi tað gjørst neyðugt.
Hittast í Saudi-Arabia
Fatih Birol er sannførdur um, at Saudi-Arabia er til reiðar at økja framleiðsluna, verður tað neyðugt.
Olju- og orkumálaráðharrarnir úr bæði Opec-londunum og fleiri av heimsins størstu oljubrúkandi londunum hittast ídag í Saudi-Arabia at tosa um stóru príssveiggini á oljumarknaðinum.
Ein saudiskur embætismaður sigur tó, at støðan hjá Opec fyribils er, at oljuveitingin til heimsbúskapin er nóg mikil.
Verri enn Iran-kreppan í 1979
Stjórin fyri oljugreiningum í bretska stórbankanum Barclays, Paul Horsnell, stúrir álvarsliga fyri gongdini á oljumarknaðunum.
- Oljuprísurin er meiri hóttur enn í Iran-kreppuni í 1979. Tá var talan um eina kollvelting í einum landi. Her snýr tað seg um mong lond somu tíð. Heimurin hevur bert 4,5 mió. tunnur dagliga í eykakapasiteti, og tað er ógvuliga álvarsamt, sigur Paul Horsnell við bretska dagblaðið The Telegraph.
Libya stendur "bert" fyri góðum 2 pst. av samlaðu oljuframleiðsluni í heiminum, so fjálturin á marknaðinum snýr seg mest um vandan fyri, at politiski ófriðurin skal breiða seg til Saudi-Arabia og hinar stórframleiðararnar í Persiska Flógvanum.