Oljuprísurin er fallin umleið 15 prosent hesa vikuna, og hetta kunnu vit fegnast um.
Tað sigur leiðandi greinarin hjá Danske Bank, Allan von Mehren, í eini viðmerking sambært Ritzau Finans.
Prísurin á eini tunnu av Brent-olju er seinastu dagarnar fallin úr 125,89 dollarum til 107,15 dollarar.
Kemur væl við
- Hetta kemur sera væl við hjá heimsbúskapinum. Vit hava seinastu tíðina sæð fleiri lækkandi lyklatøl, ikki minst í USA, sum hava skapt ekka um framgongdina og harvið iva um, hvørt hon yvirhøvur fór at halda fram, skrivar Allan von Mehren í viðmerking síni um gongdina.
Lítla framgongdin í serliga amerikanska búskapinum verður beinleiðis sett í samband við høgu brennievnisprísirnar. Við fallandi brennievnisprísum fara brúkararnir aftur at fáa pengar at keypa aðrar vørur fyri.
- Vit vænta tí framvegis, at vøksturin í USA, og harvið heimsbúskapurin, eftir eitt bleytt tíðarskeið fer at menna seg aftur í seinna hálvári, og at framgongdin tískil fer at halda fram, endar Allan von Mehren.