Oljukostnaðir tyngja roknskapin hjá SEV

Oljukostnaðir tyngja roknskapin hjá SEV

Hóast oljunýtslan minkaði við 21 prosentum í fjør, øktust oljuútreiðslurnar munandi.

Á aðalfundi í dag hevur nevndin lagt roknskapin fyri eigararnar til góðkenningar. Yvirskotið hjá SEV eftir skatt fyri árið 2022 var 16,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er minni enn ætlað, og verður ikki mett at vera nøktandi. Orsøkirnar til laka úrslitið eru m.a. oljukostnaðir, minni søla enn væntað og virðisjavningar.

Høgu oljukostnaðirnir eru tó lægri enn teir kundu verið, um SEV ikki hevði prístryggjað síni oljuinnkeyp. Úrslitið av høga útreiðslustøðinum var greitt í heyst og avgjørt var tá at hækka elprísin 1. januar 2023.

Gongdin í fyrsta ársfjórðingi 2023 hevur verið jalig við framgongd í søluni, og SEV væntar eitt yvirskot á 53 mió. kr. eftir skatt fyri árið 2023.

 

Íløgur fyri 344 mió. kr. í ár

Seinastu 5 árini hevur SEV gjørt íløgur fyri í miðal 314 mió. kr. árliga. Á fíggjarætlanini fyri 2023 er ætlað við íløgum fyri 344 mió. kr. Hetta fevnir um m.a. íløgur í at útbyggja og styrkja elnetið eitt nú við nýggjum koplingsstøðum, fyrireikandi arbeiði til Mýruverkið II pumpuskipanina í Vestmanna, infrakervið við løðistøðum og liðugtgerð av battaríhøllini á Sundi, sum skal hýsa synkronkompensatori og battaríum í sambandi við betri gagnnýtslu av vindorkuni í meginøkinum.

“Nógvar stórar íløgur liggja fyri framman”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. “Vit arbeiða m.a. við at fáa øll neyðug loyvi upp á pláss, soleiðis at farast kann undir at heinta tilboð og prísir inn til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna.”

Les meira

Ársroknskapur

Nevndarfrágreiðing

Framleiðsluroknskapur

Netroknskapur

Grønur roknskapur

Vindfelagið í Húsahaga

Vindfelagið Neshagi

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking