Oljufýrar ikki loyvdir í Danmark eftir 2015

Stendur tað til Veðurlagsnevndina hjá donsku stjórnini, verður oljufýrurin bannaður um fimm ár.

Hitapumpur og fjarhiti skulu í mest møguligan mun avloysa núverandi olju- og gassfýrar í donskum íbúðum innan 2050, og frá 2015 verður bannað at seta upp nýggjar oljufýrar.

Hetta er eitt av tilmælunum í frágreiðingini hjá Veðurlagsnevndini, ið varð almannakunngjørd herfyri.

Í frágreiðingini verður dentur lagdur á, at tað longu í dag í mongum førum loysir seg at leggja um frá oljufýrum til hitapumpur. Í hesum sambandi hevði eitt uppskot um at økja avgjøldini á fossilum brennievnum stuðlað upp aftur meira uppundir eitt skifti til hitapumpu.

Sama galdandi fyri gassfýrar

- Vantandi kunning og álit á, at prísurin á olju fer at hækka, kann fáa onkran at keypa sær ein nýggjan oljufýr. Tá summir oljufýrar halda leingi, er lítið høpi í, at nýggir oljufýrar verða settir upp eftir ein ávísan dag, stendur í frágreiðingini, sum mælir til, at oljufýrurin verður bannaður um fimm ár.

Eisini gassfýrar skulu útfasast innan 2050, tí yvirskipaða uppgávan hjá Veðurlagsnevndini hevur verið at finna orkukeldur, sum eru óheftar av koli, olju og jarðgassi. Men frágreiðingin setir ikki dato á, nær síðsti gassfýrurin kann setast upp.

Men frágreiðingin sigur, at gasskundar, ið hava íbindingarskyldu til jarðgass, skulu loysast frá hesi skyldu til tess at gera tað lættari at skifta til aðra orkuskipan.

Til tess at fyribyrgja, at privat húsarhald í stórum tali bert skifta olju- ella gassfýr sín út við ein biobrennifýr, har brennievnið er avgjaldsfrítt, mælir frágreiðingin til, at stuðul verður veittur til uppsetan av hitapumpum og/ella at avgjald verður sett á biobrennievni.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking