Ólavsøkubrekið umvælt av nýggjum

Partar av 60 kV kaðlinum, sum elvdi til streymslitið ólavsøkumorgun verða skiftir út í dag.

Fólk frá SEV fóru í morgun undir at umvæla brekið, sum ólavsøkumorgun legði meginpartin av landinum í streymloysi. Talan er um 60 kV kaðalin millum Vestmanna og koplingsstøðina í Havnardali, sum fekk skaða fyri einum góðum mánaði síðani, tí ein gravkúgv gróv í kaðalin Millum Horna.

Skaðin var tá beinanvegin umvældur, men gjørdi um seg aftur ólavsøkumorgun. Partar av kaðalinum verða nú skiftir út, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í kvøld. Meðan arbeiðið verður gjørt, er streymveitingin løgd um á netinum, so at veitingin ikki verður ávirkað.

Tað tók góðar fimm tímar at fáa streymveitinga í rættlag aftur á ólavsøku, og tí fer SEV eisini at endurskoða mannagongdir og styrkja telduskipanir og neyðstreymsskipanirnar, sum taka við, tá brek eru á netinum. Tað gekk sera illa í hond ólavsøkumorgun, tí bæði telduskipanirnar og neyðstreymsskipanirnar slerdu eisini frá, og harumframt gekk illa við samskiftinum millum tey, sum skuldu rætta brekini.

Eftir jólaódnina í 1988 fór SEV miðvíst í holt við at kaðalleggja netið, og tað hevur borið við sær, at brekini á háspenningskervinum eru minkað munandi seinastu 15 árini. Talið av streymslitum á háspenningini er síðani 1989 farið úr 200 niður í 30 um árið. Tað er ein lækking upp á 85 prosent eftir 15 árum.

Vandin fyri, at ein gravkúgv kvettir kaðlarnar av, er sjálvandi altíð til staðar, men SEV ger alla tíðina tey, sum skulu grava nærhendis einum kaðli, varug við, at tey eiga at vera ansin. Soleiðis var eisini við skaðanum Millum Horna. SEV hevði merkt kaðalin upp, men gravkúgvin kom kortini ov nær.

SEV heitir á øll, sum skulu gera graviarbeiðir um at vera ansin og spyrja SEV eina ferð ov nógv heldur enn eina ferð ov lítið. Elfelagið er altíð til reiðar at senda fólk at merkja kaðlar upp, har graviarbeiðir fara fram.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking