OECD finst at norskum stuðuli til varandi orku

Norra eigur at keypa evropeiskar CO2-kvotur ístaðin fyri at veita stuðul til útbygging av meiri varandi orku, heldur OECD.

Tað skrivar OECD í umhvørvisfrágreiðing síni um Norra, sum varð løgd fram í dag.
Norra skal eftir ætlan gerast partur av svenska elsertifikatmarknaðinum 1. januar 2012. Tá skulu norskir streymkundar gjalda fyri útbygging av 24,6 TWh varandi orku. Meginparturin av hesum verður eftir øllum at døma lutfalsliga dýr vindorka, skrivar Teknisk Ukeblad.
OECD setur eisini spurnartekin við ætlanina um 14 TWh bioorku í 2020.
Eiga at endurskoða málsetning 
– Nettoávirkanin av CO2-útlátinum við at náa einum slíkum máli eigur at verða endurskoðað, skrivar OECD.
Frágreiðingin vísir á, at orðaskiftið um, í hvønn mun nýtsla av biomassa úr skógi er CO2-neutral, framvegis ikki er liðugt.
Frágreiðingin gevur tó eina jaliga mynd av veðurlags- og umhvørvisarbeiðnum hjá Norra. Millum annað er Norra "undangonguland innan umhvørvisvernd og burðardygga menning".
Torført at røkka veðurlagsmálunum
Men í frágreiðingini verður sagt, at torført verður hjá Norra at røkka sínum veðurlagsmálum, serliga á flutningsøkinum, sum stendur fyri meira enn einum triðingi av norska veðurlagsútlátinum.
OECD slær í hesum sambandi fast, at ongin umhvørvislig orsøk er til at leggja minni skatt á diesel enn bensin, soleiðis sum gjørt verður í dag. Dieselavgjaldið átti ístaðin at verið hægri enn bensinavgjaldið, tí CO2-útlátið fyri liturin av diesel sambært frágreiðingini er 12 prosent hægri enn av bensini.
OECD ger slíkar kanningar regluliga, og seinasta kanningin um Norra kom í 2001.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking