Ódnarveðrið tann 31. januar legði stórar partar av landinum í streymloysi, flest øll høvdu tó fingið streymin aftur innanfyri eitt døgn. SEV hevur eftirmett støðuna, og niðanfyri er ein samandráttur. Ódnarveðrið tann 31. januar legði stórar partar av landinum í streymloysi, flest øll høvdu tó fingið streymin aftur innanfyri eitt døgn. SEV hevur eftirmett støðuna, og niðanfyri er ein samandráttur.
Nógvi vindurin saman við klakanum, ið var um mánaðarskiftið januar/februar, hevði við sær, at nógv órógv var á netinum. Tá ið veðrið er soleiðis, er tað serliga luftleiðingarnar, sum kunnu fáa skaða, við at klaki legst á træðrirnar, og nógv tyngd kemur á. Tá ið so eisini nógvur vindur er, fer tráðurin at sveiggja, og ger hetta at nógv stendur á mastrum og øðrum. Tað vóru tá strekkir sum góvu eftir og duttu niður.
Mett verður, at linjurnar hava fingið so harða viðferð, at tær allar mugu høvuðsumvælast, hetta verður gjørt í ár. Í summar verður sokallað 3-ára eftirlit gjørt á øllum linjunum. Hetta merkir, at gingið verður fram við øllum linjum, og farið verður upp í allar steyrar og mastrar.
SEV hevur seinastu árini miðvíst kaðallagt há- og lágspenningina kring landið, og er hetta arbeiðið í dag komið væl ávegis. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið, um hetta arbeiðið ikki var gjørt, og alt framvegis var luftleiðingar.
Fyri at tryggja eina støðuga elveiting, eisini tá ið ódnarveður er, verður skundað undir at kaðalleggja háspenningina millum bygdir, hóast hetta arbeiðið er sera kostnaðarmikið.
Undir slíkum umstøðum er sera umráðandi at hava gott fólk. Linjufólkið hjá SEV legði nógv fyri hesar dagar og gjørdi eitt megnar arbeiði. Ásannandi tann veruleika at nógvir linjumenn okkara hava tænt felagnum eitt langt tíðarskeið og harvið vunnið sær góðar førleikar, so eiga vit tó eisini at ásanna, at fokus skal setast á útbúgving og eldrapolitikk, soleiðis at nýtt fólk kann setast við, og at teir sum hava tænt fyri seg, róliga kunnu leggja frá sær.
Í slíkum støðum við ódnarveðri er eisini sera umráðandi við góðum samskifti. Innanhýsis riggaði hetta væl, tó halda vit framvegis, at neyðugt er við serligari samskiftisskipan sum tryggjar samskifti í neyðstøðum. Neyðugt er eisini við áhaldandi kunning til alt samfelagið, og halda vit, at hetta fór fram á ein sera góðan hátt í samstarvi við loftmiðlarnar. Vit takka Kringvarpi Føroya og Rás 2 fyri gott samstarv.
Elfelagið SEV