Nýtt orkumetur setur krónur á elnýtsluna

Orkumetur, koblað til elmálaran, vísir, hvat ið tað kostar at tendra dustsúgvaran ella hárturkaran. Nýtslan kemur fram bæði í krónum og CO2-útláti.

Næstu vikurnar kemur eitt nýtt spennandi og áhugavert el-sparitól á hillarnar í summum stórum sjálvtøkuhandlum í Danmark.

Talan er sambært ing.dk um eitt orku-metur, sum mest av øllum minnir um eina nútíðar tráðleysa veðurstøð. Men ístaðin fyri úti-temperaturin, málar orku-meturið elnýtsluna í húsinum, sum tað fær upplýsingar til frá el-málaranum í húsinum.

Nýtslan kemur ikki bert fram í kWh, men eisini í krónum og oyrum - og vísir enntá CO2-útlátið. Tað vil siga, at tað beinleiðis ber til at síggja, hvat ið tað kostar, tá dustsúgvarin, hárturkarin ella onnur eltól í húsinum verða tendrað.

Kann eisini annað

Orku-meturið kann somuleiðis vísa søgulig tøl fýra mánaðir aftur, so til ber at fylgja gongdini í elnýtsluni.

Í praksis veitir ein sensorpláta, sett á elmálaran, tráðleyst data til meturið. Meturið kann brúkast allastaðni í húsinum - í eini fjarstøðu upp til 30 metrar frá elmálaranum.

Norgo, sum meturið eitur, fær góð viðmæli frá heimasíðuni hjá Center for Energibesparelser. Sambært Anders Hjorth Jensen, verkætlanarleiðara, er grundgevingin fyri hesum, at tólið á ein smartan hátt ger elnýtsluna sjónliga:

- Og allar royndir vísa, at geva brúkararnir elnýtsluni ans, elvir hetta til sparingar í elnýtsluni uppá umleið tíggju prosent, sigur hann.

500 krónur

Hann leggur aftrat, at tá tey viðmæla eina vøru, so verður hetta gjørt við grundarlagi í, at góðskan á tólinum er í lagi og úrslitini álítandi. Hugt verður hinvegin ikki at, um rímiligt lutfall er millum prísin á tólinum og tað, ið sparast kann við at brúka tað.

Sambært fyritøkuni, ið ger orku-meturið, fer Norgo at kosta umleið 500 krónur.

Anders Hjorth Jensen upplýsir, at Center for Energibesparelser í løtuni fær nógvar áheitanir frá framleiðarum, ið ætla at selja ymisk sløg av líknandi elmálarum, um at viðmæla vøruna.

Men sambært Center for Energibesparelse er eitt alternativ til Norgo-málaran ein fjaravlisin elmálari, har til ber at fylgja nýtsluni umvegis alnetið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking