Nýtt elnet í Norður-Norra fyri 3,2 mia. kr.

Elnetið er nógv veikari enn fyrr hildið, vísir nýggj kanning, sum Statnett hevur gjørt av elnetinum.

Vandin fyri álvarsomum streymslitum í Norður-Norra er nógv størri enn fyrr hildið, vísir ein nýggj gjøgnumgongd hjá Statnett av elnetinum. Neyðugt er á at styrkja alt høvuðsnetið har norðuri sum skjótast.

Sum er ber ikki til at gagnnýta allan kapasitetin á netinum.

Einasti møguleikin at loysa trupulleikan er at byggja ein nýggjan 420 kV-leidning, sigur kanningin.

Høvuðsnetið tolir ikki ódnarveður, og er heldur ikki gjørt til munandi vøkstur í nýtsluni í umráðnum.

Land- og sjókaðal sleptur

Spurningurin um at loysa trupulleikan við einum 454 kilometrar longum land- og sjókaðali hevur eisini verið umrøddur, men hetta verður tó av ongum.

Sambært útrokningum hjá Statnett hevði ein slíkur kaðal kostað í minsta lagi 27 mia. norskar krónur. Hetta hevði samstundis verið longsti kaðalin av sínum slagi í heiminum.

Norður-Norra hevur verið meint rakt av streymslitum seinastu árini.

So seint sum í februar og mars í ár ávirkaðu feilir á netinum veitingartrygdina har norðuri, soleiðis at neyðugt var at kobla øki út fyri at spara streym.

Nú skal vend koma í

Men nú skal vend koma í, eftir at kanningarnar hjá Statnett hava víst, at alneyðugt er at byggja ein nýggjan 420 kV-leidning úr Narvik til Hammerfest, skrivar NRK á heimasíðu sínari. Talan er um eina íløgu upp á 3,2 mia. norskar krónur.

- Høvuðsnetið til Finnmark er alt ov veikt í mun til dagsins belastning, og tí mugu vit styrkja netið, sama um økt oljuvirksemi ella nýtsla verður har norðuri, sigur Randi Solberg, verkætlanarleiðari hjá Statnett, við NRK.

Við dagsins linjuneti er hvørki møguligt at útvega streym til oljuvirksemi ella námsarbeiði í umráðnum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking