Nýggi Wärtsila motorurin til Vágsverkið varð royndarkoyrdur á verksmiðjuni í Vaasa í Finnlandi, mikudagin 10. juni 2015, har umboð fyri Elfelagið SEV og P/F Mest vóru til staðar.
Motorurin er partur av útbyggingunum á Vágsverkinum, sum kosta umleið 80 milliónir krónur. Maskinhøll verður bygd til nýggja motorin, og harafturat skal verkið byggjast út við øðrum bygningum, og tangagarðurin skal víðkast. Netparturin skal eisini dagførast við nýggjari háspenningsútgerð, sum fer at kosta slakar 12 milliónir krónur.
Varðin Pelagic á Tvøroyri økti eftirspurningin eftir elorku í Suðuroynni munandi, tá ið virkið fór undir framleiðslu í august 2012. Suðuroyggin er heldur ikki bundin í meginøkið, og tískil er átrokandi at byggja út, soleiðis at nóg mikið av tøkum mátti verður í Suðuroynni frameftir.