Granskarar á DTU (Danmarks Tekniske Universitet) hava í samstarvi við Herning-fyritøkuna GreenHydrogen tikið eitt avgerandi stig til tess at brúka vetni (brint) at goyma vindmylluorkuna. Hetta er ein fyritreyt fyri, at vit skulu kunna fáa fossilfrí samfeløg.
- Nú kunnu vit gera vetni 40 prosent bíligari enn higartil, sigur Jørgen Krogsgaard Jensen, stjóri í GreenHydrogen. Og tað steðgar ikki her:
- Vit rokna við at kunna koma uppaftur longur niður í prísi, tá anleggið verður optimerað, sigur hann við Ingeniøren.
Forðingarnar higartil
Higartil hevur tað verið kostnaðarmikið at gera vetni, tí orkuspillið hevur verið stórt ella tí at tað hevur verið neyðugt at brúka kostnaðarmikil metall í elektrodunum. Men granskararnir á DTU eru nú førir fyri bæði at økja virkningsgradin og minka nýtsluna av aktivum tilfari til eitt tunt lag á yvirflatuni á elektrodunum í prosessini - kallað elektrolysa.
Henrik Wenzel, professari í burðardyggari framleiðslu á Syddansk Universitet, er hugtikin av menningini:
- Bílig og effektiv elektrolysa av streymi frá vindmyllum og øðrum varandi orkukeldum er avgerandi fyri, at málið um eitt fossiltfrítt Danmark kann røkkast. Hetta kann fáa kabaluna at ganga upp og beina fyri enn eini umbering fyri ikki at menna varandi orku, sigur hann.
Higartil hevur Energinet.dk víst á, at elektrolysa ikki verður búskaparliga áhugaverd fyrrenn um 20-30 år. Men nýggju møguleikarnir við elektrolysu kunnu gera, at vetni verður meira áhugavert nú, heldur Anders Bavnhøj Hansen, ráðgevi:
- Lægri prísir á elektrolysuanleggum fara at bera í sær, at tað nú verður áhugavert hjá vinnuligum orkufeløgum at gera íløgur í slík anlegg.
Flutningsøkið og vetni
Flutningsøkið verður helst tað fyrsta, har vetni fer at gera seg galdandi á brúkarasíðuni. Biltekniski blaðstjórin á tíðarritinum Motor hjá FDM, Søren W. Rasmussen, sigur:
- Allir teir stóru bilaframleiðararnir spenna seg út á menningardeildunum. Longu í 2015 verða fyrstu modellini send á marknaðin, og vit fara at síggja hópin av bilum við brennisellum í 2025, sigur hann og vísir á, at fyrstu prototýpurnar longu næsta ár verða testaðar úti hjá kundunum. Hetta er millum annað galdandi fyri Mercedes, sum sendir 200 brennisellu- bilar á gøtuna í USA og Evropa í 2011.
Sjálvt um nøgdin av yvirskotsel frá vindmyllum í dag er lutfalsliga lítil, kann tørvurin á bíligari framleiðslu av vetni taka seg upp fyrr enn higartil roknað við. Tað sigur Henrik Lund, professari á Aalborg Universiteti:
- Menningin í bilaídnaðinum er ein jokari, sum kann venda upp og niður uppá alla argumentatiónina.
Fyrstu áfyllingarstøðirnar longu komnar
Sambært Ingeniøren eru lond sum USA, Japan, Týskland, Norra og Holland longu í gongd við at byggja upp net av støðum, har nýggju bilarnir kunnu fylla vetni á.
Í Danmark eru vetnisáfyllingarstøðir í bæði Keypmannahavn og Herning. Í framtíðini fara tílíkar støðir við hjálp av elektrolysu at kunna gera sítt egna vetni bíliga og effektivt.
GreenHydrogen roknar við at kunna selja fyrsta vinnuliga anleggið í 2013, og úrslitini hava longu vakt ans millum altjóða ídnaðarfyritøkur.