Nýggjur prísskelkur í væntu í norðurlondum

Helmingurin av svensku kjarnorkureaktorunum stendur júst nú stillur og vandin fyri einum nýggjum prísskelki er stórur.

Fimm av teimum tíggju kjarnorkuverkunum í Svøríki standa í løtuni still -  Ringhals 1, Ringhals 3, Forsmark 2, Forsmark 3 og Oskarshamn 3.

Tilsamans standa tey fyri umleið 60 prosentum av svenska kjarnorkukapasitetinum

Nú ávara serfrøðingar um ein nýggjan prísskelk á el í vetur.

- Við mongu seinkingunum og trupulleikunum, sum kjarnorkuverkini hava drigist við hetta seinasta árið, stúra mong á elmarknaðinum fyri, at svenska kjarnorkan aftur í vetur fer at trýsta prísirnar uppeftir, sigur Jonas Almquist, stjóri í Bergen Energi, við svenska dagblaðið Dagens Industri.

Hann sigur, at mongu trupulleikarnir og steðgirnir í svensku kjarnorkureaktorunum høvdu við sær hægri elrokningar hjá svensku elkundunum uppá 7 miljardir krónur síðsta vetur.

Metprísur á elkeypskálanum

Kjarnorkutrupulleikarnir hava sambært Jonas Almquist økt elprísin við 6 oyrum fyri kilowatt-tíman.

- Í meðal hevur dagsprísurin á elkeypskálanum Nordpool Spot verið 53 evrur fyri megawatt-tíman seinasta árið. Hetta er tað mesta síðani norðurlendski elkeypskálin varð stovnaður, sigur Jonas Almquist.

Órógvin um, at svensku kjarnorkureaktorarnir ikki koma í gongd, áðrenn veturin kemur inn yvir Suður- og Mið-Svøríki, sæst longu nú á prísásetingini á Nordpool Spot.

Millum klokkan sjey og átta í gjárkvøldið, tá elnýtslan er uppá tað mesta, kostaði ein kilowatt-tími 63 oyru í Svøríki uttan mvg og grøn avgjøld. Hetta eru meira enn tíggju oyru hægri enn í síðstu viku.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking