Tað eydnaðist ikki at umvæla sjókaðalin um Skopunarfjørð við kaðalskipinum, Nautilus Maxi. Tí verður neyðugt at leggja nýggjan kaðal millum Sandoynna og meginøkið hjá SEV. Bæði í gjár og í dag var roynt at umvæla kaðalin, men royndin miseydnaðist orskað av eitt nú hørðum streymi.
Nautilus Maxi tók kaðalin upp av botni úr Kirkjubø og 900 metrar úr landi, har kinkur var komin á kaðalin í tveimum støðum. Neyðugt var at kvetta kaðalin av, men nógvi streymurin í Skopunarfirði, sum gjørdist alsamt harðari, meðan arbeitt var, hevði við sær, at tað var ógjørligt at halda kaðlinum umborð á skipinum. Tríggjar royndir vóru gjørdar at dreggja eftir kaðlinum, men tað eydnaðist ikki at fáa fatur á honum aftur, og tí hevur SEV gjørt av at gevast við royndunum at umvæla sjókaðalin.
Elfelagið fer nú at biðja um tilboð upp nýggjan sjókaðal og arbeiðið at leggja hann um Skopunarfjørð. Tað tekur helst eitt ár, áðrenn nýggi kaðalin er lagdur um fjørðin.
Brek var staðfest á kaðlinum millum Kirkjubø og Skopun í februar í ár, og síðani hevur SEV brúkt oljurikna elverkið í Skopun til streymveitingina í Sandoynni. Verkið í Skopun heldur fram at veita Sandoynni streym, til oyggin aftur er bundin í meginøkið hjá SEV.