Ein pumpuskipan er fortreyt fyri at náa málinum um 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030.
Men hvat er ein pumpuskipan? Hvat er endamálið við henni, hvussu virkar hon og hvat hevur hon við vindorku at gera?
Hesir spurningar verða svaraðir í nýggjum animatiónsfilmi um leiklutin hjá eini pumpuskipan í føroysku elskipanini.