Nýggjur elkaðal til Sandoynna

Í dag kemur svenska kaðalskipið Pleijel til landið. Skipið skal gera ymiskar uppgávur fyri SEV.

Byrjað verður leygardagin at taka gamla Sandoyarkaðalin upp, sum fekk skaða fyri 1 ½ ári síðani. Um nakað av kaðalinum kann endurnýtast, verður hetta lagt út í tveimum støðum. Ein teinur uppá umleið 1,1 km verður lagdur um Trongisvágsfjørð, og ein teinur upp á umleið 1 km verður lagdur frá Eiðisverkinum yvir til Haldarsvíkar.
Síðani verður nýggjur Sandoyarkaðal lagdur út aftur á sama stað, har hin gamli lá. Hesin er  9,6 km til longdar. Nýggi kaðalin er framleiddur á kaðalverksmiðjuni Prysmian í Italia.
Eisini er ætlanin, at Pleijel skal taka 20 kV luftlinjuna um Leirvíksfjørð upp, sum verður klipt niður í dag.
Eftir ætlanini skal arbeiðið verða liðugt 10. august 2008, tá fer Pleijel aftur til Svøríki.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking