Nýggjur elkaðal millum Norra og Danmark á veg

Komandi Skagerrak 4-sambandið fær ein kapasitet uppá 700 MW, og sostatt økist kapasiteturin við 70 prosentum til 1700 MW.

Energinet.dk og Statnett undirskrivaðu fíggjadagin sáttmálarnar uppá kaðalarnar til fjórða javnstreymssambandið millum Norra og Danmark, Skagerrak 4.

 

Sáttmálarnir eru uppá tilsamans slakar 938 miljónir krónur, upplýsa feløgini í tíðindaskrivi.

Kaðalarnir til Skagerrak 4 verða keyptir frá franska kaðalframleiðaranum Nexans og italska felagnum Prysmian.

 

Nexans skal lata ein 137 km langan sjókaðal um Skagerrak og 12 km langan landkaðal í Norra, meðan Prysmian skal gera ein 91 km langan landkaðal, sum skal gravast niður millum Tjele og Bulbjerg í Norðurjútlandi. Sáttmálin við Prysmian er uppá uml. 300 mió. krónur og við Nexans uppá 638 mió. krónur.

Tríggir elkaðalar frammanundan

Tað eru longu trý javnstreymssambond millum Norra og Danmark, Skagerrak 1-3, og tilsamans hava tey ein kapasitet uppá 1000 megawatt (MW).

Komandi Skagerrak 4-sambandið fær ein kapasitet uppá 700 MW, og sostatt økist kapasiteturin við 70 prosentum til 1700 MW.

Samlaði íløgukostnaðurin er uppá uml. 2,8 mia. krónur. Umframt kaðalarnar umfatar Skagerrak 4-sambandið eisini tvær umformararastøðir í Tjele við Viborg og Kristiansand í Norra.

Sambært tíðarætlanini skal Skagerrak 4 takast í brúk í 2014.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking