Nýggi deildarstjórin fyri fyrisitingina á SEV eitur Bogi Bendtsen.
Nevndin í SEV hevur eftir tilmæli frá stjóranum sett tann 45-ára gamla Boga Bendtsen í starvið sum deildarstjóri.
Hann myndar saman við stjóranum, Hákuni Djurhuus, og deildarstjóranum fyri tøkni, Finn Jakobsen, dagligu leiðsluna í SEV.
Bogi Bendtsen tekur við eftir John P. Danielsen, sum leggur frá sær 1. juli, eftir at hava verið deildarstjóri fyri fyrisitingina í stívliga 25 ár.
Fjølbroytta útbúgving
Bogi Bendtsen hevur útbúgving sum cand.merc.aud frá handilsháskúlanum í Aarhus í 1995. Hann tók útbúgving sum sparikassaassistentur í Føroya Sparikassa í 1985. í 1986 byrjaði hann sum grannskoðari hjá P/F Grannskoðarastovuni hjá Paula Ellefsen, har hann var til 1989, tá hann fór á Handilsháskúlan í Aarhus. Har tók hann fyrst útbúgving í HA Økonomi og síðani Cand Merc Aud (revisorkandidatprógv) í 1995.
Eftir lokna útbúgving fór hann í starv hjá Føroya Sparikassa (seinni Eik-banka). Har hevur hann starvast sum serfrøðingur í grannskoðan, verið innnanhýsis grannskoðanarleiðari, kredittleiðari og undirstjóri.
Hann er eisini ráðgevi hjá Tryggingareftirlitinum.
16 umsóknir
16 umsóknir vóru til starvið sum deildarstjóri fyri fyrisitingina á SEV.
Bogi Bendtsen tekur við starvinum 1. juli. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku á SEV fríggjadagin 17. juni kl. 15-17 fyri nýggja og fráfarandi deildarstjóranum.