Bergur Didriksen, nýggjur deildarstjóri. |
Bergur Didriksen á Skála er nýggjur deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. Hann er 40 ár og tekur við eftir Bjarka Hermansen, sum 1. oktober fór frá vegna aldur, og sum starvaðist hjá Elfelagnum í umleið 20 ár.
Nýggi deildarstjórin byrjaði í starvinum 1. november. Hann hevur frammanundan starvast sum ráðgevandi verkfrøðingur hjá verkfrøðingafyritøkuni, Sofus M. Jakobsen, í Tórshavn. Í sínum undanfarna starvi var Bergur Didriksen m.a. ráðgevi hjá SEV í fleiri umførum. Hann var eitt nú ráðgevandi verkfrøðingur, tá Vágsverkið varð útbygt, og hann hevur eisini verið ráðgevi, tá útbyggingar og umvælingar hava verið á Sundsverkinum.
Frá 2000 til 2002 var Bergur Didriksen deildarleiðari á Skála Skipasmiðju, og undan tí var hann í styttri tíðarskeiði í starvi hjá KJ-Hydraulik/Hydro-tech í Fuglafirði og AWI Boats Service í Runavík.
Hann var ráðgevi fyri HH-Consult í Noreg frá 1997 til 2000, og frá 1994 til 1997 starvaðist hann hjá Nordsøværftet A/S í Ringkøbing. Tá hann varð liðugt útbúgvin verkfrøðingur í 1993, fór hann í starv á Lindøværftet í Odense, har hann arbeiddi í eitt ár.
Bergur Didriksen er útbúgvin skipsverkfrøðingur á Helsingør Teknikum, sum í dag er partur av Danmarks Tekniske Universitet, DTU. Undan lestrinum í Danmark lærdi hann til stálskipasmið á Tórshavnar Skipasmiðju frá 1984 til 1988.
Bergur Didriksen er giftur við Hildigerð Didriksen, og tey eiga tvey børn.