Nýggj transformarastøð í Haraldssundi

SEV hevur sett upp eina nýggja 10/0,4 transformarastøð í Haraldssundi.

Nýggja transformarastøðin fer at bøta um streymveitingina í Haraldssundi.

SEV hevur sett upp eina nýggja 10/0,4 transformarastøð í Haraldssundi, sum er liður í tí miðvísa arbeiði, ið seinnu árini hevur verið gjørt fyri at bøta um elkervið um alt landið.

Transformarin, sum broytir spenningin frá háspenningi til lágspenning til húsarhaldini í Haraldssundi, hekk frammanundan uppi í eini háspenningsmastur, og illveður órógvaði ofta elveitingina.

Nýggi transformarin stendur væl vardur inni í einum húsi, og tað skuldi bøtt munandi um streymveitingina í Haraldssundi.

Arbeiðið at bøta um føroyska elkervið fevnir m.a. um at skifta transformarar og kaðalleggja linjur. Ein stórur partur av kervinum er seinnu árini lagdur sum kaðlar.


17.03.2025
Earth Hour 2025