SEV roynir nú eina nýggja KT-stýrisskipan, nevnd Power Hub, sum skal geva Føroyum eitt støðugari elkervi við møguleika fyri meira vindorku. Dong Energy hevur við stuðli úr ES ment skipanina, sum eisini er ein roynd at lækka talið av streymslitum SEV roynir nú eina nýggja KT-stýrisskipan, nevnd Power Hub, sum skal geva Føroyum eitt støðugari elkervi við møguleika fyri meira vindorku. Dong Energy hevur við stuðli úr ES ment skipanina, sum eisini er ein roynd at lækka talið av streymslitum.
Føroyar eru fyrsta landið í heiminum, sum skal royna nýggju KT-stýrisskipanina til elkervi, nevnd Power Hub, ið DongEnergy hevur ment við stuðli úr ES.
Føroyar verða royndarøki fyri skipanina, sum hevur við sær eitt støðugari elkervi, tí streymslitini verða færri. Harvið økist møguleikin at leiða vindorku út á føroyska elkervið.
Skipanin fyribyrgir streymslitum, blackout, tí hon kvettir sambandið við ávísar brúkaraeindir hjá stórum elbrúkarum, áðrenn eitt blackout er veruleiki. Stóru brúkararnir merkja kortini einki til, at teir lutvíst verða settir av netinum eina løtu, meðan SEV setir aðrar framleiðslueindir í gongd fyri at fáa streymveitingina upp aftur á nøktandi støði. Talan verður um brúkaraeindir, sum tola eitt streymslit eitt styttri tíðarskeið.
Í fyrstu atløgu verða Kollafjørð Pelagic, alivirkið Fútaklettur og Bergfrost í Fuglafirði bundin í Power Hub. Á hesum virkjum verða hitapumpuskipanir, kompressarar og frystiútgerð koplað av elnetinum eina løtu, inntil SEV hevur fingið streymveitingina í rættlag aftur.
Power Hub bøtir munandi um møguleikarnar at leiða vindorku og aðrar óstøðugar varandi orkukeldur út á netið, tí nýggja skipanin loftar niðurgongd í streymframleiðlsuni og koplar útvaldar brúkaraeindir úr, áðrenn framleiðslan gerst minni enn eftirspurningurin eftir streymi ta givnu løtuna. Tað gevur í sjálvum sær eitt støðugari elkervi, sum sostatt kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum – so sum vindorku – ið ikki nerva netið á sama hátt sum áður, tí Power Hub fyribirgir streymslitum.
SEV fer komandi tíðina at gera eitt nágreiniligt yvirlit yvir allar brúkaraeindir í Føroyum, ið tola streymslit eina løtu, og sum tískil kunnu bindast í Power Hub skipanina.
Dong Energy og SEV fara næsta árið at fylgja neyvt við, hvussu Power Hub riggar. Tá skipanin er eftirmett um eitt gott ár, verður klárt at seta út í kortið av nýggjum, og tá verður heitt á fleiri brúkarar, sum tola streymslit í eitt styttri tíðarskeið um at koma upp í skipanina.
Mynd:Evert den Boer, varastjóri Dong Energy, Johan Dahl, landstýrismaður og Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, starta powerhubskipan
Evert den Boer, varastjóri Dong Energy, Johan Dahl, landstýrismaður og Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV